Skrá fyri tiltøk, veturin 2021/2022

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Aðalfundur verður mikudagin 17.nov. 2021 kl 1900

 

 

 

 

Aðalfundur verður mikudagin
17.nov. 2021 kl 1900
í husum felagins
Skrá sambart lógum felagins.
Uppskot, sum ætlast viðgjørd á ársaðalfundinum, harundir uppskot til valevni, skulu
vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar frammanundan
Nevndin

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Morgunmatur leygarmorgun 4 sep. kl. 10.00

Tá vit ikki uppliva nakra nevniverdiga limavitjan í húsinum,

fara vit bjóða til morgunmat leygarmorgun kl. 10.00.

Byrjað verður nú komandi leygardag 04. sep. Øll eru vælkomin😄.

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Havhestaveiðslan 2021 verður 23 okt. kl 1900 tekning her á síðuni

Seinasta freist er 1 sep. 2021. Avmarkað luttøka

Kostnaður 300,- fyri hvønn

Tríst á fyri at tekna tygum

ÚTSELT!!!!!!!

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Barnatiltak

Nú verður okkurt til børnini.
Leygardagin 19. Kl 1400-1700
Bátafelagið bjóðar okkum til ‘Barnatiltak í Vágsbotnið’
Onkur spennandi aktivitetur verður til børnini á sjónum inni í Vágsbotnið.
Tað verður grilla, so tað er bara at troppað upp & verða við!
Alt ókeypis!!
PS
Heitt verður á limir at hjálpa til
Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Fiskikapping og fiskauppboðssøla í Hósvík leygardagin 8. Mai

 

Leygardagin 8. Mai 2021 skipar Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík. Leingi hevur ikki verið ráðiligt at skipa fyri tiltøkum, men nú leggja vit frá landi og bjóða øllum áhugaðum til Fiskikapping!

Møguleiki verður at fáa útflýggjað luttøkuskjøl og at leggja veiðuna upp bæði á Eiði og í Hósvík. Lagt verður frá landi kl. 7:30 leygarmorgunin 8. Mai, tá luttøkuskjøl verða útflýggjaði. Allir bátar skulu vera aftur í landi – antin á Eiði ella í Hósvík – í seinasta lagi kl. 17:00.

Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap, og av trygdarávum skulu í minsta lagi tvey fólk vera við hvørjum báti.

Tann bátur, sum hevur størstu veiðu pr. Luttakara er vinnari. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa steyp til ognar og góðar vinningar, m.a. Viðskiftakort frá Magn og gávukort frá RIB62. Steyp verður eisini latið til tann, ið fær størsta fiskin eftir vekt. Allur fiskur skal vera blóðgaður og kruvdur.

Tá veiðan er gjørd upp verður skipað fyri fiskauppboðssølu við Felagshúsið Grynnan á Bryggjuni í Hósvík. Tá verður møguleiki hjá øllum áhugaðum at bjóða upp á veiðuna, sum luttakararnir velja at lata til uppboðssøluna. Bæði heilur og flaktur fiskur verður seldur á uppboðssølu.

Tá bátarnir koma aftur og meðan fiskauppboðssølan verður, skipar Stuðulsfelagið fyri at kaffi og okkurt gott til góman verður til keyps í Felagshúsinum Grynnan. Steyp og vinningar verða handaði best fiskandi manningunum við Felagshúsið kl. 18:00.

Øll áhugaði eru vælkomin at luttaka í Fiskikappingini og í Fiskauppboðssøluni á Bryggjuni í Hósvík.

Tey, ið ynskja at luttaka í Fiskikappingini, skulu boða fyriskiparunum frá í seinasta lagi fríggjadagin 7. Mai kl. 12:00. Send fráboðan um luttøku við telduposti til fiskikapping@gmail.com.

Meira kunning um tiltakið sæst eisini á Facebookbólkinum:

Fiskikapping í Hósvík 8. Mai 2021

 

 

 

Mint verður á, at luttakarar eiga at hava neyðuga trygdarútgerð umborð, vísandi til Løgtingslóg nr. 25 frá 12. Apríl 2006 um Bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 bruttotons.

 

Stuðulsfelagið hjá bátafelagnum Grynnuni í Hósvík

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Viking Festival

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Rækjukvøld leygarkvøldið 13. mars kl 20.00

Borðreitt verður við ópilkaðum rækjum, breyði og vín/øl
Kostnaðurin fyri kvøldið er settur til kr. 150,- og fyri hetta fæst:
Væta til góman við komu, breyð, rækjur ein øl/vín, eins og kaffi og køkubiti.

Eisini luttekur Debes við harmonikuni
Fyri at innkeypið skal verða skilagott, er neyðugt við tilmelding, sum fer fram her á
Heimasíðuni,

Luttakaratalið er sett til 60 og verður tilmeldingin eftir “Først til mølle….”
Seinasta freist er  12. mars. Kl 18.00

Hugnanevndin

SØLAN ER ENDA

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

VEGNA CORONA GLØGGKVØLD AVLÍST!!!!!!!!

Vegna Corona tilmalini verður Gløggkvøldi fríggjadagin 18/12 avlíst

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar

Aðalfundurfundurin verður mikudagin 2. desember 2020 kl 1900

Frá Tórshavnar Bátafelag.

Aðalfundurfundurin verður mikudagin 2. desember 2020 kl 19,00 í húsum felagsins í Vágsbotni.

Skrá sambært lógum felagsins.

Uppskot, sum ynskjast viðgjørd, herundir uppskot til nevndarlim, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagið 8 dagar undan fundinum.

Uppskot eru um lógarbroytingar.

Uppskotini eru til taks í felagshúsinum.

Nevndin

 

Udgivet i Boð Til Limir | Skriv en kommentar