Motor

Trýst fyri printaravinarliga útgávu...

Góð ráð
í bátinum

Talva 1: Vísir nøkur motorbrek.
Talva 2: Vísir eyðkenni teirra og orsøkir.
Nr. undir hvørjari yvirskrift vísir til stutta óbindandi vegleiðing í talvu 2:
 

Talva 1

1.

Motorurin orkar illa
1,2,3

 2.

Motorurin bankar
9, 14, 16, 18, 19, 22 ,26, 28, 29, 31, 33,35, 36, 45, 46, 59

3.

Motorurin fer ikki í gongd
5, 6, 7, 8, 9, 10, 12, 13, 14, 15, 16, 17
17, 18, 19, 20, 22, 31, 32, 33

4.

Motorurin gongur ójavnt
7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 16, 20, 21, 23, 26, 28, 29, 30, 33, 35, 45, 59

5.

Motorurin fer illa í gongd
5,6,7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18, 19, 20, 21, 22, 24, 29, 31, 32, 33 

6.

Motorurin ristir
13, 14, 20, 23, 25, 26, 29, 30, 33, 45, 48, 49

7.

Motorurin kraftar ikki
8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 18, 19, 20, 21, 22, 23, 24, 25, 26, 27, 31, 32, 33 

8.

Høgt smyrjioljutrýst
4, 38, 41

9.

Motorurin tendrar ójavnt
8, 9, 10, 12, 13, 14, 16, 18,19, 20, 25, 26, 28, 29, 30, 32

10.

Motorurin ov heitur
11, 13, 14, 16, 18, 19, 24, 25, 45, 47, 50, 52, 53, 54, 57

11.

Motorurin brennir ov nógv
11, 13, 14, 16, 18, 20, 22, 23, 24, 25, 27, 28, 29, 31, 32, 33

12.

Ov høgt trýst í krumtapshúsa
25, 31, 33, 34, 45, 55

13.

Svartur roykur
11, 13, 14, 16, 18, 19, 20, 22, 24, 25, 27, 28, 29, 31, 32, 33

14.

Vánaligt samantrýst
11, 19, 25, 28, 29, 31, 32, 33, 34, 46, 59

15.

Bláhvítur roykur
4, 16, 18, 19, 20, 25, 27, 31, 33, 45, 56

16.

Motorurin fer í gongd men
steðgar aftur

10, 11, 12

17.

Lágt smyrjioljutrýst
4, 36, 37, 38, 39, 40, 42, 43, 44, 58

Orsøkirnar kunnu vera:

Talva 2

1.

Ov lítil streymur á akkumulatorum

31.

Slitnir sylindarar

2.

Vánalig samanbinding av el. káplum

32.

Poknutir, ótættir ventilar og ventilsetur

3.

Ígongdsetanarmotorurin í ólagi

33.

Brotnir, slitnir ella fastir stempulringar

4.

Skeiv smyrjioljutjúkt

34.

Slitnir ventilspinlar og ventilstýri

5.

Ov spakuliga vundið

35.

Luftsíla ov full, ella skeiv olja latin á

6.

Brennioljutangin tómur

36.

Slitnar ella skaddar legur

7.

Motorsteðgarin stendur skeivt fyri

37.

Ov lítið av smyrjiolju í botntrognum

8.

Høvuðsbrennioljurørið tipt

38.

Oljutrýstmátarin vísir skeivt

9.

Brennioljuforpumpan í ólagi

39.

Smyrjioljupumpan er slitin

10.

Brennioljusílan tipt

40.

Yvirtrýstventilurin stendur fastur – opin

11.

Luftsílan tipt

41.

Yvirtrýstventilurin stendur fastur – afturlatin

12.

Luft í brennioljurørum

42.

Fjøðurin á yvirtrýstventilinum er brotin

13.

Brennioljupumpur í ólagi

43.

Smyrjioljusúgvirørið er í ólagi

14.

Spíssar í ólagi ella skeivt spíssaslag

44.

Smyrjioljusílan er tipt

15.

Skeiv nýtsla av gløðiproppum

45.

Stempul rivin ella um at riva

16.

Gløðiproppar í ólagi

46.

Skeiv stempulhædd

17.

Driv til brennioljupumpur brotið

47.

Botnsílur ella sjógvkølirør eru tipt

18.

Brenniljupumpur skeivt stillaðar

48.

Motorurin ov illa ísettur

19.

Kambar, kambásur skeivt stillaðar

49.

Motorurin skeivt avrættaður

20.

Ov lítið samantrýst

50.

Termostaturin í ólagi

21.

Luftrør á brennioljutanganum tipt

51.

Vatnatroyggjan um at tippast

22.

Skeivt brennioljuslag

52.

Linar vatnpumpureimar

23.

Luftlúkan føst ella stillingin avmarkað

53.

Oljukølarin á motori ella geari tiptur

24.

Útstoytsrørið ov trongt – skitið

54.

Vatn-, kølivatnspumpan í ólagi

25.

Toplokspakningurin lekur

55.

Andarør á krumtapshúsanum tipt

26.

Motorurin er ov heitur

56.

Oljuavveitingin frá ventilstýrum í ólagi

27.

Motorurin er ov kaldur

57.

Ov lítið vatn á kølaranum

28.

Ventillyftarar eru skeivt stillaðir

58.

Súgvikurvin í botntrognum tipt

29.

Ventilarnir eru fastir – hanga

59.

Ventilfjøðurin er brotin

30.

Skeiv spíssrør

Endurgivið við loyvi frá Sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum

Havið altíð hesi ráð við hondina í bátinum.

Viðmerkingar