Nýggj skipan til innheinting av árliga limagjaldinum

Góði limur í TórshavnarBátafelag                                                                         

Í eini roynd at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum, og lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av árliga limagjaldinum.

Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum.

Limagjaldið (300.-)verður uppkravt árliga hvønn 1. apríl, fyrstu ferð 1. apríl 2017.

Vinaliga tilmelda teg til sjálvvirkandi gjaldsskipanina Fastgjald, við at trýsta her

(Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin)

 Um tú longu hevur eina fasta árliga flyting fyri limagjaldið, so er tað týdningarmikið at tú beinanvegin steðgar hesi flyting. 

Vit vóna, at tú tekur undir við omanfyri nevnda við vælvild 🙂

Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at skriva til teldupostadressu batur@olivant.fo

ella ringja til ein í nevndini

Vinaliga

Nevndin

Dette indlæg blev udgivet i Boð Til Limir. Bogmærk permalinket.

5 kommentarer til Nýggj skipan til innheinting av árliga limagjaldinum

  1. Egil skriver:

    22.03.2017 er seinasta freist, fyri at koma við í ár. So tað er bara at faraí gongd!!!

  2. John P. Danielsen skriver:

    Hví ikki brúka vanligu “GS” skipanina, tá kanst tú melda til umvegis heimagreiðsluna uttanlands at lata óviðkomandi P-talið ?

    • Egil skriver:

      (Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan,
      sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin)

  3. Egil skriver:

    Mikudagin 22.03.2017 er síðst freistin at tegna seg til FASTGJALD
    Tey sum ikki velja at brúka FASTGJALD, fáa sendandi eitt Giro kort.

  4. Marius L. Jensen skriver:

    Viðv. Limagjald til Tórshavnar Bátafelag,

    Hey Egil,
    Takk fyri rokningina dagf. 23.3.2017 kr. 300,-, eg havið módtykið og lisið í dag (2.4.17).
    Men henda rokning ørkimlar meg nakað. Har stendur: Limagjald !…??? einki ár, máni ella dagar.
    Nú eri eg av natúrligum orsøkum ikki aktivur her um veturin, og veit einki um hvat sum ferð framm.
    Tað eru fleiri ár síðani eg gjørdist limur, men eg havið einki nýtt frætt um felagið, og eri púra fremmutur í dag, fyrr enn nú í dag eg síggi um tykkum her á Facebook, og hetta er ein góður mátið at siga frá. Eg hyggi møðuliga inn til tykkum í annakvøld.

    Vinarliga

    Marius L. Jensen, Tlf. 224373

Viðmerkingar