Løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017

52.4)Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,10 mg pr. litur luft. Sama er galdandi fyri førara av vatnskutarum og tílíkum førum.

Stk. 2. 4) Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir stuttleikaskip, ið er 12 metrar og styttri, ella hevur starv umborð á slíkum stuttleikaskipi, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,40 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 mg pr. litur luft.

Stk. 3. 4) Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri, sum í mesta lagi kunnu sigla 15 sjómíl um tíman. Hesi stuttleikaskip koma tó framvegis undir revsiásetingarnar í § 52 a.

Stk. 4. 4) Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip, sum liggja bundin við bryggju ella á vardum akkersplássi.

Stk. 5. 4) Ásetingarnar í stk. 1-3 eru eisini galdandi fyri útlendsk stuttleikaskip í føroyskum sjóøki.

Dette indlæg blev udgivet i Boð Til Limir. Bogmærk permalinket.

Viðmerkingar

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.