Burturkast á sjónum – spurnablaðakanning

Vegna donsku ráðgevarafyritøkuna Planmiljø sendir Umhvørvisstovan tær/tykkum henda teldupost.

Hetta leinki https://da.surveymonkey.com/r/6S7N9XB?lang=fo_FO leiðir til eina norðurlendska spurnablaðakanning, sum er partur av norðurlendsku verkætlanini “Når skibe opsamler affald i havet – Fjernere af barrierer i nordiske småsamfund”. Spurningarnir eru á føroyskum.

Planmiljø hevur áður heitt á tykkum – eins væl og onnur feløg í Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Bornholm og Álandi – fyri at fáa tykkum at heita á limirnir hjá tykkum um at svara spurningunum í spurnablaðakanningini.

Av tí, at PlanMiljø hevur fingið ov fá svar úr Føroyum, hevði verið gott, um tit mintu limir tykkara á áheitanina. Tykkara svar eru við til at geva eina greiðari mynd av støðuni í Føroyum. Seinni verður frágreiðing givin út og tá er gott, um upplýsingarnar úr Føroyum eru nøktandi.

Um tit hava eina Facebook síðu, so eru jú góðir møguleikar at spyrja tykkara limir har! Kanska við hesum teksti (uppskot):
“Hey tit! Í sambandi við eina norðurlendska kanning um hvørjar forðingar eru fyri, at ikki meira burturkast, plast og annað, sum sløðist á sjónum, verður tikið umborð og við til lands, er ynski um, at tú, sum limur í felagnum, svarar nøkrum spurningum, sum eru í hesum spurnablaðið: https://da.surveymonkey.com/r/6S7N9XB?lang=fo_FO Til ber at svara til og við sunnudagin 15. nov. 2020.”

Um tit hava spurningar ella okkurt ivamál, so ring ella skriva til mín.

 

Vinarliga


Maria Gunnleivsdóttir Hansen
umhvørvisstovan
vernd

Dette indlæg blev udgivet i Boð Til Limir. Bogmærk permalinket.

Viðmerkingar

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.