Akkumulatorhandilin, Pólar, hevur gjørt av, at veita okkum eina ókeypis tænastu, nú veturin er í hondum.

Góðu limir!

Akkumulatorhandilin, Pólar, hevur gjørt av, at veita okkum eina ókeypis tænastu, nú veturin er í hondum.

Hetta átakið verður í viku 3. – Mánadagin 18. januar til og við leygardagin 23. januar.

Áhugaðir limir kunnu fáa akkumulatorin kannaðan umborð púra ókeypis.

Um tað gerst neyðugt og eigarin vil tað, so verður akkumulatorurin skiftur, eisini ókeypis. Í tí førinum rindar eigarin einans fyri akkumulatorin sjálvan.

Pólar arbeiðsfólk eru í tíðarskeiðinum tøk at kanna ímillum kl. 8.00 og kl. 17.00. (Tó leygardagin frá kl. 10.00 til kl. 14.00)

Áhugaðir limir skulu venda sær beinleiðis til Pólar, fyri at avtala eina tíð, har tín akkumulatorur verður kannaður. Til ber at ringja, senda teldupost ella støkka inn á gólvið hjá Pólar.

Einastu treytir eru, at tú ert limur í Tórshavnar Bátafelag og at báturin liggur í Tórshavnar kommunu.

Er onkur limur sum heldur at tíðarskeiðið passar illa, so ber til at gera eina avtalu við Pólar, har teir kanna akkumulatorin uttanfyri ásetta tíðarskeiðið. – Ring tlf. 611300.

Pólar umboðar teir dygdargóðu Varta akkumulatorarnar.

Pólar Sp/f
Sigmundargøta 26
100 Tórshavn
Tlf. 611300

polar@polar.fo

Dette indlæg blev udgivet i Boð Til Limir. Bogmærk permalinket.

Viðmerkingar

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.